Sambært fíggjarlógaruppskotinum hjá landsstýrinum eru samlaðu inntøkurnar hjá Kringvarpinum framroknaðar at vaksa við 7,8 mió. kr. í 2025.
Hetta kemst serliga av, at persónar gjalda 20 kr. meira um mánaðin í kringvarpsgjaldi frá 1. juni 2024, og at gjaldið verður prístalsjavnað árliga við tveimum prosentum.
Samlaðu útreiðslurnar hjá Kringvarpinum í 2025 vaksa við sáttmálabundnum lønarhækkingum og príshækkingum annars, og fyri at hava javnvág millum inntøkur og útreiðslur er javnt og samt neyðugt at tillaga raksturin, stendur í fíggjarlógaruppskotinum.