Føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti tapti fríggjakvøldið 3-0 móti Slovakia í fyrsta dysti í Nations League bólki C1.
Slovakia vísti seg at vera ov sterkar fyri Føroyar. Heimaliðið fekk eina 2-0 leiðslu í fyrra hálvleiki, tá Patrícia Hmírová skoraði í 20. minutti og Tamara Morávková økti í 29. minutti. Klaudia Fabová staðfesti sigurin í 60. minutti við triðja málinum.
Føroyska liðið stóð toluliga væl í verjustøðu, og serliga Birita Ryan og málverjin, Óluva Allansdóttir Joensen, kunnu vera væl nøgdar við avrikið. Føroysku spælararnir vístu góðan vilja, og Óluva Joensen hevði fleiri góðar bjargingar.
Spælið við bóltinum riggaði sjáldan, og hóast møguleikar stungu seg upp, var trupult at fáa glið á spælið fram eftir vøllinum. Føroysku kvinnurnar vístu tó ágrýtni og stríðsvilja.
Næsta uppgávan hjá Føroyum verður móti Gibraltar týsdagin.
Mynd: Fótbóltssamband Føroya – Jóhanna Thomsen
UEFA Nations League, kvinnur Bólkur C1
Slovakia – Føroyar, 3-0 (2-0)
1-0 Patrícia Hmírová, 20 min.
2-0 Tamara Morávková, 29 min.
3-0 Klaudia Fabová, 60 min.