Vegna vánalig veðurforsøgnir verða túrarnir hjá Smyrli á leið 7 av Krambatanga klokkan 6.00 og úr Havnini klokkan 8.45 avlýstir mánamorgunin. Tað merkir, at fyrsti túrur verður úr Suðuroy klokkan 11.30.
Um veðrið batnar, verður siglt sambært ferðaætlanini restina av degnum.
Strandferðslan mælir øllum, sum hava bílagt ferðaseðil til avlýstu túrarnar, at bíleggja sær pláss á einum av teimum seinnu túrunum á degnum. Hetta kann gerast á heimasíðuni booking.ssl.fo.
Øll, ið hava keypt ferðaseðil til avlýstu túrarnar, fáa peningin endurgoldnan.
Veðurforsøgnirnar eru vánaligar mánadagin, og Strandferðslan boðar frá at fleiri broytingar kunnu koma á leið 7 til Suðuroyar. Mælt verður til at fylgja við á heimasíðuni hjá Strandferðsluni, og møguligar broytingar verða lýstir í gula breddanum, og umvegis SMS-skipanina.