Søk um stuðul til verkætlanir á landbúnaðarøkinum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Lýst verður eftir umsóknum til verkætlanir, ið kunnu skapa størri vitan, menning og vøkstur á landbúnaðarøkinum. Tað boðar Uttanríkis- og vinnumálaráðið frá.

Á játtanini til stuðul til framburð og menning innan landbúnaðin eru 282.000 krónur eftir at søkja.

Verkætlanir, sum fáa stuðul, skulu yvirskipað vísa á veruligar møguleikar fyri menning og vøkstri í landbúnaðinum. Í høvuðsheitum skal talan vera um kanningar, verkligar royndir ella verkætlanir, sum vísa nýggjar leiðir ella sum leggja nýggja og viðkomandi vitan aftur at verandi framleiðsluhættum, mannagongdum og øðrum.

Verkætlanirnar skulu fremjast í samstarvi við Búnaðarstovuni, og tær skulu verða framdar innan árslok í 2025.

Búnaðarstovan skal tryggja, at úrslitini gerast atkomilig hjá almenninginum og tøk hjá øðrum at brúka. Játtanin kann eitt nú verða nýtt til kanningar, skjalfesting og til praktiskar royndir.

Umsóknarfreistin er 27. desembur 2024.