Sølan til Bryan Adams byrjar klokkan 12 í dag

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Ert tú Bryan Adams fjeppari, skalt tú vera til reiðar klokkan 12.00 í dag, tí tá verða tey 3.050 atgongumerkini sett til sølu til konsertina, sum verður í høllinini við Tjarnir tann 23. apríl.

Fríggjadagin í farnu viku varð kunngjørt, at Bryan Adams setir kós móti Føroyum og fer at spæla eina sokallaða “risa stovukonsert” í stórhøllini Við Tjarnir.

Um hugt verður at reaktiónunum á sosialu miðlunum, kann roknast við, at áhugin fyri at ogna sær atgongumerki er sera stórur. Tí ræður um at vera til reiðar klokkan 12.00, tá atgongumerkjasølan byrjar.

Atgongumerkini kosta úr 795 krónum umframt avgreiðslugjald. Atgongumerkini kunnu keypast á tjarnir.fo og eventz.fo.