Sorgarleikurin á Zamalek leikvøllinum

Skrivað

Jóan Pauli Jacobsen

Dagfesting

Zamalek leikvøllurin í Cairo varð tikin alment í nýtslu í 1959, tá egyptiska liðið Zamalek SC møtti kekkiska liðnum Dukla Prag. Undan dystinum fleyg eitt flogfar so lágt, at fleiri leikarar løgdu seg skerflatar, áðrenn dystarbólturin varð sleptur niður á vøllin. Setanardysturin endaði við, at Zamalek SC vann á Dukla Prag við tveimum málum ímóti null, tá Abdou Noshi og Essam Baheeg skoraðu málini.

Tann 17. februar 1974 skuldu somu lið aftur møtast. Upprunaliga skuldi dysturin spælast á Nasser leikvøllinum, sum tók 80.000 áskoðarar, men brádliga varð dysturin fluttur til Zamalek leikvøllin, sum bert rúmaði 40.000 áskoðarum og tað loypti hvøkk á fólk, tí tey væntaðu ikki at sleppa til dyst. Endin varð, at í minsta lagi 48 áskoðarar vórðu kroystir til deyðis og aðrir 50 áskoðarar fingu skaða, tá fremsta hegnið á áskoðaraplássunum varð trampað niður. Dysturin varð sjálvandi avlýstur.

Síðani 2023 hevur leikvøllurin verður kallaður Helmy Zamora leikvøllurin eftir egyptiska úrmælinginum við sama navninum, sum røkti forsetaembætið í felagnum trý tíðarskeið árini 1967-84. Hann varð kallaður Zamora, tí hann skoraði ímóti væl kenda spanska málmanninum Ricardo Zamora.

Í dag spælir Zamalek SC sínar heimadystir á áðurnevnda Nasser leikvøllinum ella Altjóða leikvøllinum, sum hann nú verður nevndur, meðan Helmy Zamora leikvøllurin verður nýttur til venjingar og venjingardystir. Altjóða leikvøllurin í Cairo hýsir eisini egyptiska landsliðnum.