Spreinging í maskinrúminum á Glyvursnesi

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Smyril Line boðar í kvøld frá, at um nýggjutíðina í kvøld var ein spreinging í maskinrúminum á farmaskipinum Glyvursnesi hjá Smyril Line.

Skipið lá við bryggju í Hirtshals. Manningin fór beinanvegin undir at sløkkja eldin. Tríggir mans vóru í maskinrúminum, tá ið spreinginin hendi. Teir eru fluttir á sjúkrahús, og avvarandi hava fingið boð.