Um vikuskiftið verða fyrstu dystirnir í Faxe Kondi steypkappingini í manshondbólti spældir.
Umframt tey sjey feløgini í bestu deildini er eisini næstbesta liðið hjá H71 við í kappingi.
Tey átta liðini eru skipað í tveir bólkar. Í bólki 1 eru H71 2, KÍF, VÍF og Neistin. Í bólki 2 eru Kyndil, StÍF, H71 og Team Klaksvík.
Dystirnir hetta vikuskiftið:
Leygardagin:
Kl. 19.00 H71-Kyndil
Sunnudagin:
Kl. 16.00 StÍF-Team Klaksvík
Kl. 16.00 VÍF – Neistin
Kl. 16.00 KÍF – H71 2