StÍF besta leikara í desembur

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Føroyska hagtalssíðan Handballstatz hevur gjørt upp hagtølini fyri desembur í Burndeildini, sum er best deildin í manshondbólti.

Besti leikarin í hendan mánaðin gjørdist Trúgvi Hávardsson úr StÍF við heili 9,95 HBS/Dyst. Hann hevur eisini tilsamans mest HBS í fyrru helvt av kappingarárinum. HBS er eitt heildarhagtal yvir samlaða avrikið hjá leikarum.

Á mánaðarliðnum fyri desembur eru hesir:

  1. Málverji: Milenko J. Jelkan úr KÍF, HBS/Dyst 6.20
  2. Vinstri vongur: Pauli Høj úr Neistanum, HBS/Dyst 7.85
  3. Vinstri bakkur: Trúgvi Hávardsson úr StÍF, HBS/Dyst 9.95
  4. Miðja: Tobias H. Thisen úr Kyndli, HBS/Dyst 6.57
  5. Høgri bakkur, Lýðar í Dímun úr Neistanum, HBS/Dyst 6.00
  6. Høgri vongur: Jón Rói Høgnesen úr H71, HBS/Dyst 3.93
  7. Strika: Christian Bonde úr H71, Strika, HBS/Dyst 4.30

Hetta er eisini triðju ferð, at Milenko Jelic Jelkan og Tobias Thisen eru á mánaðarins liði, ið ger teir til einastu leikararnir, ið hava verið á hvørja ferð hetta kappingarárið.