Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, metir at Eysturlund verkætlanin er góð og at lógar- og regluverkið eigur at verða broytt um neyðugt fyri at ætlanin skal kunna gerast veruleiki.
“Tað kann gott vera at regluverkið ikki rúmar tí í løtuni,” segði Hákun Djurhuus um Eysturlund ætlanina í samrøðu við FM1.
“So má man gera regluverkið um. Tí vit meina at tað er positivt at fólk vilja nøkur ting framárættað á tí grønu leiðini, og hetta er faktiskt ein verkætlan sum eisini kemur við loysnum til skipini.”
“Ið hvussu er sum eg havi skilt tað, hava teir tosað um at loysa olju av sum verður brúkt hjá Havsbrún og annars at gera brennievni til skip,” segði SEV stjórin við FM1 útvarpstíðindini týsdagin.
“So eg dugi ikki at síggja at man skal forða sovorðnum tingum. Jú, vissi lógin ikki rúmar tí, so má man broyta tað soleiðis at tað kann koma í gongd. Og tað ber væl til at koyra tað inn á el-skipanina fyri so at taka tað útaftur í Fuglafirði – koyra tað inn á Lambavík.”
Spurdur um elkraft frá Eysturlund kann verða leidd gjøgnum netið hjá SEV til Havsbrún í Fuglafirði, svaraði Hákun Djurhuus játtandi.
“Ja, tað kann [hon] gott. Man betalir so tað sum tað kostar, og man tekur tað út – í somu løtu tað er komið inn í Lambavík tekur man tað út í Fuglafirði. Og man brúkar til hesi endamálini, sum ikki er ein partur av el-skipanini í dag.”
Stjórin helt ikki at Eysturlund skal noyðast at seta upp sítt egna elnet millum Lambavík og Fuglafjørð. Hann metti at tað út frá einum størri búskaparligum sjónarhorni hevði verið “skilagottt” at brúkt netið hjá SEV.
“Nei, vit burdu verið skilagóð her… og lógin tilskilar tað í løtuni. Men tað er givið at hevur tú tvær eindir, og við minni mongd í báðum, so verður eindarprísurin hægri. Hevur tú eina eind so verður eindarprísurin lægri. So vit eiga øll at fáa ein ágóða av at gera hetta her, bæði projektið sjálvt og el-skipanin.”