Stjørnan, Neistin, Kyndil og H71 í hálvfinaluni

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Seinastu dystirnir í bólkaspælinum í Faxe Kondi Steypakappingini hjá kvinnum vóru spældir í dag. Í bólki 1 vann H71 28-26 móti VÍF, og spældi seg í hálvfinalunar. Í Vági vann Kyndil sum vænta 26-20 móti VB.

Í bólki 2 var sera stórur spenningur undan dagsins dystum, tí øll liðini høvdu tvey stig. Stjørnan vann 26-25 móti EB, og Neistin vann 21-15 móti StÍF. Harvið eru Stjørnan og Neistin í hálvfinaluni.


EB – Stjørnan 25-26 (11-12)
Dómaraseðil á hsf.fo

Í høllini á Eiði leikaði javnt á frá byrjan til enda, og bert heilt fáar ferðir var meira enn eitt mál á muni. EB skuldi vinna, og Stjørnan kláraði seg við javnt. EB førdi eisini 25-24, tá ið hálvurannar minuttur var eftir. Stjørnan javnaði í næsta álopið til 25-25, tá ið ein minuttur og fimtan sekund vóru eftir. Tað eyndaðist ikki EB at skora fleiri mál, og tá ið Tóra Eliasen skoraði til 26-25 til Stjørnuna vóru bara trý sekund eftir, og Stjørnan var komið í hálvfinaluna. Har skulu tær spæla móti Kyndil.

Silja Geirsdóttir Eystberg skoraði tólv mál hjá EB, og Jancy Jógvansdóttir Poulsen hjá Størnuni sendi bóltin átta ferðir í málið.


Neistin – StÍF 21-15 (10-9)
Dómaraseðil á hsf.fo

Í Havn leikaði eisini javnt á í fyrra hálvleik. StÍF var frammanfyri eina løtu, men Neistin kom fram um beint fyri steðgin, tá ið støðan var 10-9.

Í seinna hálvleiki helt Neistin seg framman fyri við tveimum trimum málum meginpartin av tíðini, og móti endanum øktu tær munin og vunnu at enda rímiliga greitt 21-15. Í hálvfinaluni møtir Neistin H71, og tað verður ein sera torfør uppgáva, tí Kyndil hevur verið nógv tað besta liðið higartil í hetta kappingarárið.

Hervør Niclasen skoraði fimm mál hjá Neistanum, og Josefine Dyring skoraði fýra mál fyri StÍF.


Kyndil – VB 20-26 (10-12)
Dómaraseðil á hsf.fo

Í Vági fekk Kyndil óvæntaða mótstøðu frá VB, og ikki fyrr enn seint í fyrra hálvleiki kom Kyndil nøkur mál fram um. Í hálvleikinum førdi Kyndil 12-10, og tær øktu spakuliga munin í seinna hálvleiki og vunnu at enda 26-20. Kyndil spælir hálvfinaluni móti Stjørnuni.

Carmen Luiza Silva skoraði tíggju mál hjá VB, og Bjarta Osberg Johansen skoraði sjey ferðir hjá Kyndli.


H71 – VÍF 28-26-37 (12-15)
Les serstaka dystarfrásøgn her


Dómaraseðlarir síggjast eisini undir stigatalvunum.


Endaliga stigatalvan Faxe Kondi kvinnur – bólkur 1

DystirVunnin málTapt málMunurStig
H7139974255
Kyndil38775125
VÍF38571142
VB350101-510

Endaliga stigatalvan Faxe Kondi kvinnur – bólkur 2

DystirVunnin málTapt málMunurStig
Stjørnan37475-14
Neistin37256164
EB36574-92
StÍF36268-62