Stórar broytingar í innflutning og útflutningi í 2024

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Nýggjastu tølini frá Hagstovuni, at stórar broytingar vóru í bæði útflutningi og innflutningi í 2024.

Lægri innflutningsvirði á brennievni og skipum

Innflutningurin til Føroyar var 10,3 milliardir krónur í 2024, ein minking á 13 prosent. Hetta stavar mest frá lægri innflutningsvirði á brennievni og skipum, sum minkaðu við ávikavist 226,5 milliónum krónum og 758 milliónum krónum. Innflutningurin av akførum minkaði við 112 milliónum krónum.

Innflutningurin úr ES minkaði við hálvari aðrari milliard krónum, meðan innflutningurin úr Evropa annars vaks orsaka av vaksandi oljuinnflutningi úr Noregi. Noreg er nú á øðrum plássi yvir lond, sum vit innflyta frá.

Munandi minni útflutningur av fiskamjøli og lýsi

Útflutningurin var 12,3 milliardir krónur í 2024, ein minking á 405 milliónir krónur. Laksútflutningurin vaks við 358,5 milliónum krónum, meðan toskur og makrelur eisini góvu góðan vøkstur. Útflutingsvirði av fiskamjøli og lýsi minkaðu munandi, við ávikavist 350,2 og 525,1 milliónum krónum.

Útflutningurin til Kina vaks við 243,6 milliónum krónum, meðan útflutningurin til ES og Norðuramerika minkaði. Danmark er framvegis størsti marknaður, men Noreg er nú á øðrum plássi.