Stórmeistarin Boris Spasskij er deyður

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Boris Spasskij, ein av bestu telvarum í søguni, er deyður, 88 ára gamal. Tað boðar altjóða talvsambgongan, FIDE, frá.

Russiski, Spasskij er best kendur fyri “Aldarinnar dyst” í Reykjavík í 1972, tá ið hann tapti dystin um heimsmeistaraheitið móti amerikumanninum Bobby Fischer. Hesin søguligi dystur gjørdist ein verulig ímynd av kalda krígnum millum Eystur og Vestur.

Spasskij var sera gávuríku og gjørdist stórmeistari longu sum 18 ára gamal.Í 1969 gjørdist hann heimsmeistari, tá ið hann vann á Tigran Petrosjan.

Hann umboðaði sovjetiska OL-liðið sjey ferðir, áðrenn hann flutti til Fraklands í 1976. Í Fraklandi fekk hann ríkisborgararætt í 1978 og umboðaði landið í trimum olympiskum talvleikum.

Áhugavert er eisini, at føroyski telvarin John Rødgaard í 1984 á sínum fyrstu olympisku leikum í Saloniki Grikkalandi telvaði remis móti Spasskij.