Størsti lønarvøksturin hjá kvinnum í almennum starvi

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Útgoldnu lønirnar hækkaðu við umleið 5 prosentum í tíðarskeiðinum frá februar 2024 til janar 2025. Tað skrivar Hagstova Føroya.

Seinasta árið varð 12,8 milliardir krónur útgoldnar í lønum. Hetta er ein vøkstur á 5 prosent samanborið við undanfarna tíðarskeið. Í hagtølunum hjá Hagstovu Føroya sæst, at lønirnar vuksu við 593 milliónum krónum, ella 4,9 prosent.

Størsti vøksturin er hjá kvinnum, serliga teimum, sum arbeiða undir almennum ræði. Í “Heilsu- og almannaverki” og “Almennari umsiting og verju” er vøksturin serliga stórur. Seinastu 12 mánaðirnar hava kvinnur átt 39 prosent av samlaðu lønunum, sum er eitt prosent hægri enn undanfarna tíðarskeiði. Av samlaða vøkstrinum upp á næstan 600 milliónir krónur, áttu kvinnurnar yvir 60 prosent við 370 milliónum krónum.

Samlaða útgoldna lønin hjá kvinnum var átta prosent hægri seinasta árið, meðan lønin hjá monnum vaks við trý prosent. Hjá kvinnum og monnum, sum arbeiða hjá arbeiðsgevara undir almennum ræði, var vøksturin ávikavist ellivu og seks prosent.

Hóast vøkstur í flestu vinnugreinum, hava “Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða” og “Framleiðsluvinna” upplivað eina minking í lønum. Serliga hevur uppsjóvarveiðan merkt eina minking við 110 milliónum krónum, ella 17 prosent, samanborið við undanfarna tíðarskeið.

Tá hugt verður eftir lønum í ymsum økjum, sæst at Sandoyar øki hevur havt størsta vøkstur við yvir átta prosentum, meðan Suðuroyar øki hevði minsta vøkstur við 2,3 prosentum.