Nólsoyarleiðin og flestu bussleiðir framvegis avlýstar

Flestu bussleiðir er framvegis avlýstar og eingin sigling er til Nólsoyar. Tað boðar Strandfaraskip Landsins frá á heimasíðuni ssl.fo. Smyril siglir av Havnini klokkan 14.15, og siglt verður sambært ferðaætlan restina av degnum. Hesar bussleiðir eru fyribils avlýstar. Einastu bussleiðir sum koyra eru á Kalsoynni, og so tunnilsbussurin millum Strendur, Tórshavn og Runavík.