Málið um byggiloyvið til nýggju kirkjuna við Sandá á Argjum hevur tikið eina nýggja vend.
Føroya Kærustovnur hevur gjørt av, at Tórshavnar Kommuna skal viðgera málið av nýggjum, tí kommunan ikki hevur hildið fyrisitingarlógina og partshoyrt grannarnar. Tað merkir, at byggiloyvið til fríøkið við Sandá ikki longur er galdandi.
Grannar í økinum kærdu til Kærustovnin tann 3. apríl í fjør, og niðurstøðan er nú greið.
Tá kirkjuráðið á Argjum stutt fyri jól gjørdi sáttmála við byggifelagið Kanjon um at byggja nýggju kirkjuna, var ætlanin, at arbeiðið skuldi byrja 5. mars. Men nú er málið um staðsetingina av kirkjuni aftur á dagsskránni hjá Tórshavnar kommunu.
Elsa Berg, borgarstjóri, hevur áður víst á, at hon ynskir at staðseta kirkjuna aðrastaðni enn á fríøkinum við Sandá. Nú fær nýggja býráðið møguleika at viðgera málið av nýggjum, og stríðið um staðsetingina av kirkjuni fær nýtt lív.
Áhugabólkurin Varðveitið fríøkið við Sandá fegnast um úrskurðin.
Í tíðindaskrivi siga tey:
– Vit eru sera fegin um úrskurðin hjá Kærustovninum, tí hann staðfestir, at tað nyttar hjá borgarum at gera vart við viðurskiftir, ið ikki eru farin rætt fram fyrisitingarliga. Harumframt fegnast vit um, at náttúran og fríøkið við Sandá nú fáa nýggja politiska viðgerð á Vaglinum.