Suni heldur fram sum formaður í Føroya Handverkarafelag

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Eingin stillar upp ímóti sitandi formanni í Føroya Handverkarafelag, Suna Simonsen. Hann heldur tí fram sum formaður í felagnum eitt fýra ára skeið afturat. Freistin at stilla upp var 1. februar.

Suni Simonsen varð hann valdur í stjórnina fyri felagið í 1990, og í 1996 gjørdist hann næstformaður undir formanninum Høgna Højgaard.

Í 2011 stillaði Suni Simonsen upp ímóti táverandi formanni, Henry Olsen, og vann valið. Síðan hevur hann virkað sum formaður burturav og luttikið í øllum samráðingum við Handverksmeistarafelagið, Kommunufelagið og Landsstýrið.

Føroya Handverkarafelag er meginfelag, og sjey handverkarafeløg kring landið eru í løtuni limir í felagnum. Tey eru Fuglafjarðar Handverkarafelag, Føroya Flogteknikarafelag, Klaksvíkar Handverkarafelag, Nes Sóknar Handverkarafelag, Norðstreymoyar Handverkarafelag, Vága Handverkarafelag og Vestmanna Handverkarafelag.

Íalt eru umleið 1.200 limir í Føroya Handverkarafelag.

Í starvsstjórnini eru Suni Simonsen, formaður, Jóhan Hansen, næstformaður, og Heini Heinesen.

Felagið er partur av P/f Fakfelag, sum saman við Ognarfelagnum Lív eigur Tryggingarfelagið Lív.