Baltic Cup:
Lettland – Føroyar 2-1 (1-0)
Føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti tapti í dag 2-1 fyri Lettlandi i Baltic Cup, sum verður spælt í Riga í Lettlandi.
Sambart heimasíðuni hjá FSF høvdu Føroyar greiða leikliga yvirvág. Men tað var kortini Lettland, sum legði seg fram um, tá ið umleið hálvur tími var spældur.
Birita Ryan javnaði fyri Føroyar, tá ið 57 minuttir vóru spældir, áðrenn Lettland avgjørdi dystin eitt korter fyri tíð. Hepni var ikki við Føroyum í dag, og heili tríggjar ferðir raktu okkara kvinnur træverkið.
Dysturin varð stroymdur á heimasíðuni hjá FSF.
Tit kunnu endursíggja dystin her
Hin dystin í Baltic Cup vann Estland móti Litava eftir brotssparkskapping. Dysturin sjálvur endaði 2-2. Sostatt spæla Føroyar um triðja plássið móti Litava. Dysturin verður kl. 10.00 sunnumorgunin og verður stroymdur á heimasíðuni hjá FSF.
