1. deild menn: FC Hoyvík – TB 1-0 (0-0)
Tá ið eitt korter var eftir at spæla, sendi Samudeen Musah við brotssparki TB upp í bestu deildina, og frøin var stór á teimum mongu tvøráfólkunum, sum vóru komin niðan á Føroya hægst liggjandi fótbóltsvøll at hyggja eftir fótbólti.
—-
Undan seinasta umfarið í 1. deild, sum var spælt seinnapartin kundi TB við sigri á FC Hoyvík á Hoyvíksvøllinum sjálvt avgera, um teir fluttu upp í Betrideildina.
Um TB ikki vann, hevði B71 ein møguleika at fara fram um TB og stjala uppflytingarplássið frá TB, um teir fingu fleiri stig í dagsins dysti enn TB.
Dysturin byrjaði 10 minuttir ov seint, og tað er sjálvandi ikki so gott, tá ið hugsað verður um, at allir dystirnir í seinasta umfari skulu spælast samstundis.
Í fyrra hálvleiki hevði TB vindin undan og hevði eisini meginpartin av spælinum, og eisini nakrar vandamiklar støður framman fyri málinum. Einaferð rakti bólturin træverkið, og Gilli Rólantsson var eisini nær, tá ið hann sendi eitt fríspark beint fram við stongini. Tíbetur fyri TB var framvegis javnt 0-0 hjá B71, so enn var TB á uppflytingarkós.
Í seinna hálvleiki javnaði dysturin seg nakað. Men tá ið tað frættist úr Klaksvík, at B71 var komið framum í Klaksvík, mátti TB stríða seg longri fram á vøllin, og millum annað fór fyrrverandi landsliðsleikarin Gilli Rólantsson longri fram á vøllin.
Tað gekk tó illa hjá TB at hótta málið hjá FC Hoyvík, og tað sá einki serligt út hjá tvørámonnum.
Forloysandi málið kom so við brotssparkinum, og TB koyrdi sigurin heim.
TB er harvið aftur í bestu deildini eftir eitt ár í næstbestu deildini. Tað merkir eisini at tvey feløg úr Suðuroy verða í Betrideildini næsta ár, tí FC Suðuroy tryggjaði sær uppflyting seinasta vikuskifti.
Eftir dystin gjørdu TB’arar og tvøráfólk skjótt av, fingu heiðursmerkini og skundaðu sær oman á Smyril. Man ikki lagið verður gott á Tvøroyari í kvøld.
Hjartaliga til lukku TB.

