(Dreingir 12) BÓNUS Steypafinaludystur TB-ÍF
Finalan ímillum ÍF og TB var ein ógvuliga tættur dystur við góðum løtum. Bæði liðini kempaðu ótrúliga væl.
Nógv góðar støður í dystinum. Levi Simonsen hjá TB hevði eitt ógvuliga flott smash og Petar Ilic hjá ÍF hevði eitt flott lobb, sum endaði í gólvinum hjá TB leikarunum.
1.sett TB 25-21 ÍF
2.sett TB 25-17 ÍF
Dagsins leikari gjørdist: Levi Simonsen
TB leikarar
- Levi Simonsen
- Mattias Dimon
- Rúnar Gunnarsson
- Rókur Kjærbo
- Geiri Augustinussen
- Carl Johan Olsen
ÍF leikarar
- Peter Ilic
- Stefan Jovevic
- Peter Hans Johnsson
- Mortan Højgaard
- Jákup Martin Johnsson