,

Telefon í hondini og einki koyrikort

Skrivað

FM1

Dagfesting

Í gjár fyrrapartin var ein bilførari steðgaður, tí hann koyrdi bil ímeðan hann tosaði í handhildnari telefon. Bilførarin fekk bót og klipp í koyrikortið.

Seinnapartin steðgaði løgreglan aftur einum bilførara, ið vísti seg at einki koyrikort hava. Bilførarin hevði mist loyvið at koyra, og hevði ongantíð veri upp til koyriroynd aftur.

Eisini komu boð inn um ein grindahval, ið var rikin á land við Skeljavirkið á Oyri. Hvalurin er tó burturbeindur.