,

Tíðarætlan kann av­gera um vind­myllur geva mein­ing

Skrivað

Búi Tyril

Dagfesting

So leingi vindkraftin í Føroyum ikki verður gagnnýtt betur, gevur tað ikki meining at byggja fleiri vindmyllulundir. Hinvegin eiga vit at umhugsa meira sólorku í Føroyum, ikki minst tí at hendan serliga gevur orku um summarið tá ið vindurin lítið og einki gevur. Røtt tíðarætlan er avgerandi.

Tað sigur orkuserfrøðingurin Bogi Bech Jensen, sum er tekniskur stjóri á Ørsted Bioenergi, ein deild hjá risastóru donsku orkufyritøkuni Ørsted.

“Setur tú eina vindmyllu upp í dag sum ikki gevur fulla effekt fyrrenn um fimm ár, so hevur tú eina livitíð upp á fimm ár sum tú næstan spillir nú, sum tú ikki kann brúka í endanum á livitíðini,” segði Bogi Bech Jensen við KvF um vikuskiftið.

Dagur & Vika hjá Kringvarpinum staðfesti fríggjadagin at stívliga ein triðingur av tí vindorku sum tær privatu vindmyllulundirnar í Flatnahaga og á Gellingarkletti framleiða fer til spillis, eins og FM1 fleiri ferðir hevur verið inniá.

Í innlegginum hjá KvF upplýsti eisini Bogi Bendtsen, deildarstjóri hjá SEV, at síðani 2022 hevur SEV keypt vindorku av Flagnahaga og Gellingarkletti fyri 82 milliónir krónur, harav orka fyri 31 mió. kr. er farin til spillis.

“Vit hava keypt fyri, vissi eg minnist tølini rætt, 82 milliónir krónur, og harav hava vit havt avlopsstreym fyri 31 milliónir krónur, sum vit ikki hava fingið til høldar inn á netið,” segði deildarstjórin.

“Tað er myndugleikarnir sum bjóða vindmyllulundirnar út,” legði hann afturat. “Og fyri at skapa tryggar rammur til tey feløg sum bjóða upp á hetta her, so er tað soleiðis gjørt at SEV skal keypa alla orkuna sum hesi vindfeløgini skulu framleiða. Tað vil altíð vera ein samanhangur millum orkueftirspurningin og framleiðsluna, og í løtuni er tað soleiðis at vit hava eina størri framleiðslu enn eftirspurning.”

SEV hevur sum skilst ætlanir um at seta fleiri battarístøðir upp kring landið, á Sundi, í Skálabotni og á Sandi. Hartil skal elorkan í framtíðini seljast fyri ymiskar prísir í mun til framleiðslukostnaðin sum hann er ymiskar tíðir. Soleiðis skulu føroyingar fáast til at brúka meira streym tá nógv vindorka verður framleidd og minni aðrar tíðir.

Deildarstjórin hjá SEV helt at “innan fyri tey næstu tvey árini vilja vit síggja eina betring upp á ta støðuna við avlopsorkuni.”

Men Bogi Bech Jensen var meira skeptiskur um verandi tíðarætlanir fyri útbyggingina av vindorkuni.

Um avbjóðingina at fáa javnvág millum útboð av og eftirspurning á elorku, segði hann: “Hon liggur í at vindmyllurnar tær fylgja vindinum, og okkara nýtsla hon fylgir ikki vindinum. So vindmyllurnar ynskja at framleiða eina rúgvu av orku, og tað er ikki neyðvendigvís tá ið vit ynskja at brúka hana. Og hyggja vit upp á døgnið, so til dømis brúka vit væl minni um náttina enn vit brúka um dagin. Tað er eitt. Og hyggja vit upp á ársbasis, so kemur væl meira orka frá vindi um veturin enn um summarið. Og ímeðan okkara nýtsla… Vit brúka eitt sindur meira um veturin, men tað svarar ikki til tann munin í framleiðslu frá vindmyllunum.”

“Tað er ikki SEV sum brúkar streymin, tað eru vit, eg og tú, sum brúka streymin,” minti orkuserfrøðingurin á. “So vissi vit brúktu meira av streymi til upphiting, sum er jú meira av um veturin – og til dømis elbilar og løddu meira um náttina ella tá ið man nú einaferð hevur nógvan vind, so hevði tað hjálpt munandi upp á tað. Í verandi lóggávu, har fer at koma ein broytiligur prísur, so at tað verður bíligari tá ið nógvur vindur er og dýrari annars. Tað kemur at gera nakað. Eitt uppskot er akkurát nú um eitt sølulið, sum eisini kann bata nakað.”

“Men vissi tú spyr meg,” segði Bogi Bech Jensen, “so er tað CO2 avgjald – tað ger ordiliga stóran mun. Teir pengarnir skuldu farið í tað grøna orkuskiftið, soleiðis at tá man ikki útlæt nakað CO2, so hevði man heldur ikki brúk fyri pengunum í tí grøna orkuskiftinum. Tí tá var alt grønt; so tað gongur líkasum upp.”

Er ein vindmyllulund í Klivaløkshaga á Sandoynni eitt gott hugskot, reint orkuliga, spurdi KvF.

“Tá ið vit leggja meira og meira vind afturat, so blívur hugskotið verri og verri, vissi ikki nýtslan fylgir við,” svaraði serfrøðingurin. “Vissi vit klára at brúka meira tá ið nógvur vindur er, so kann tað vera eitt gott hugskot; men tað síggja vit ikki nú.”

“Battaríini hjálpa,” segði Bogi Bech Jensen. “Men tað er eisini nakað sum… faktiskt tað sum prísurin ikki vísir, tað er stórar íløgur sum eisini skulu gerast, bæði battaríir og synkronkompensatorar, sum skulu til fyri at vit kunnu fáa allar hesa her vindorkuna inn. Í einari ávísari takt er tað eitt gott hugskot, men installerar tú skjótari vindmyllur enn nýtslan økist, so… Handan vindmyllulundin kemur serliga at geva nakað eyka tá ið lítið er av vindi. Hon kemur at geva øgiliga lítið tá ið tað er nógvur vindur. Tí ivist eg stórliga í um tað er eitt gott hugskot.”

Aðrar ætlanir eru um útbyggingar av vindorkuni, har alt skal gerast áðrenn 2029. Er tað eitt gott hugskot, spurdi KvF.

“Nei,” svaraði orkuserfrøðingurin. “Tað er eingin kjansur at nýtslan fer at fylgja við hasum har. Setur tú eina vindmyllu upp í dag sum ikki gevur fulla effekt fyrrenn um fimm ár, so hevur tú eina livitíð upp á fimm ár sum tú næstan spillir nú, sum tú ikki kann brúka í endanum á livitíðini. Ein vindmylla, vissi hon livir í 25 ár, so er tað 25 ár – tú kanst ikki fáa tey fimm árini aftur, har sum hon annars hevði producerað eina rúgvu. Eg meini at man skuldi heldur hugt eftir sól, tí hon er úti av fasu við vind. Hon gevur nógv um summarið og lítið um veturin tá ið vindmyllurnar geva eina rúgvu.”