Løgreglan hevur í nátt veri úti í samband við heysfagnaðin á Eiði. Har vóru fleiri fólk savnað, og tískil hevur løgreglan steðgað fleiri bilum.
Vakthavandi á politistøðini letur tó væl at bilførarum, ið sum heild hava veri skikkaðir. Tó vóru tveir steðgaði og skuldsettir fyri rúsdrekka koyring, ein var á Streymoynni og hin í Suðri.
Fólk vóru eisini í býnum í Havn, og har mátti løgreglan sissa onkran uppøstan persón, men sum heild hevur náttin veri stak friðarlig hjá løgregluni, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.