Tingfundur verður í dag klokkan 11.00
Á skránni eru hesi mál:
- Ófráboðaðir spurningar.
- 2. viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um broyting í Veiðigjaldslógini . Broytingin fevnir um lægri veiðigjald, tá ið tøka kvotan minkar serliga nógv, og nágreining av veiðigjaldi á lodnu.
- 1. viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsingaravgjald. Uppskotið leggur upp til, at kærumyndugleikin verður lagdur til Føroya Kærustovn o.a. Málið verður beint í Fíggjarnevndina.
- 1. viðgerð av uppskoti til samtyktar um skattafrítøku fyri hjálpararbeiði. Málið verður beint í Fíggjarnevndina.
- 1. viðgerð av uppskoti til samtyktar um eldravernd. Málið verður beint í Trivnaðarnevndina.
- 1. viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um afturrindan av heilsutrygdargjaldi. Málið verður beint í Trivnaðarnevndina.
- Framløga.