Tjaldrið fer eisini at leita

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

– Brimil er á leiðini og leitar, men tað er einki nýtt at frætta.

Tað sigur Hallur Bech, vaktleiðari á MRCC, við Kringvarpið í morgun.

– Vaktarskipið Tjaldrið fer út á leiðina at leita í dag, meðan støða verður tikin til, hvørt bjargingartyrlan hjá Atlantsflog skal taka lut í leitingini í dag ella ikki, sigur vaktleiðarin.

Leitingin heldur fram eftir teimum báðum saknaðu av manningini á Kambi, eftir at skipið fekk ein sjógv tíðliga týsmorgunin og sakk nakað seinni seinni umleið 17 fjórðingar í útsynning úr Akrabergi. 

16 mans vóru við skipinum, og 14 vórðu bjargaðir.