Tá Tjaldrið í gjáramorgunin var komið sleipandi inn í Kalsoyarfjørð við einum trolbáti, sum hevði fingið um skrúvuna, fekk Tjaldrið boð um at fara til eina aðra uppgávu, og tá tók Ziska yvir og sleipaði trolbátin til Klaksvíkar.
Næsta uppgávan hjá Tjaldrinum var at sleipa Ango, sum hevði fingið fiskaslanguna um skrúvuna, til lands. Ango var staddur norðanfyri Føroyar, har skipið fiskaði makrel.
Fiskaslangan er pumpan, ið pumpar fisk úr trolinum og upp í skipið.
Tjaldrið kom til Ango um nátturðatíð í gjár, og byrjaði at sleipa skipið til Fuglafjarðar, har skipið skal landa á Pelagos. Tjaldrið var inni við Ango um hálvgum ellivu tíðina í morgun. Kavarar eru nú farnir niður at fáa bilbukt við fiskaslanguna, sum er vavd runt um róðrið og skrúvuna.
Eftir at Tjaldrið var komið á Fuglafjørð við Ango, fekk Tjaldrið aftur boð um eina nýggja uppgávu, men enn vita vit ikki, hvat tann uppgávan snýr seg um.

Tjaldrið sleipar Ango til lands (Mynd: Ango)