GREINING: Dagurin í gjár vísti klárt ,at Tjóðveldi er í stórari kreppu og í dag boðar formaðurin , Høgni Hoydal, frá, at hann leggur frá sær.
Handfaringin av málinum um Ingilín Strøm vísti klárt, at innanhýsis viðurskiftini í flokkinum ikki eru sum tey eiga at vera.
Ein yvirlýsing á middegi í gjár, sum segði, at flokkurin og floksapparatið stóð saman um at verja landsstýriskvinnuna hjá Javnaaðarflokkinum vísti seg at vera eitt skriv, sum var sent út móti betri vitandi.
Tjóðveldi visti tá, at tveir tinglimir hjá flokkinum fóru at atkvøða fyri misálitisuppskotinum.
Tos um álit og gjøgnumskygni vísti seg enn einaferð at vera politikarasnakk og er við til at undirgrava álitið á politisku skipanina.
Høgni Hoydal, sum nú leggur frá sær, hevur verið í fremstu røð í føroyskum politikki í mong ár, eins og hann hevur verið formaður í Tjóðveldi.
Seinasta tíðin hevur í veljarakanningum víst, at flokkurin er í afturgongd og hóast flokkurin situr í samgongu nú, so var tað nógv sum bendi á, at tað hevði verið torført hjá flokkinum at finna eitt samgongustev við Fólkaflokkin ella Sambandsflokkin.
Aðalstjórnin hevur kallað inn til eykafloksting 2.november. Fyri framtíðina hjá flokkinum verður hetta og komandi regluliga floksting at hava avgerandi týdning.