Tók allan seyðin av í haganum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Kristin Vilhelmsen í Klaksvík hevur gjørt nakað, sum er rættiliga óroynt her í Føroyum. Hann hevur tikið allan seyðin av í haganum Stóriryggur í Kalsoynni. Tað skrivar Tjóðsavnið á heimasíðu síni.

– Eg vænti eitt ríkari fuglalív, fleiri blómur og meiri vøkstur. Har fer nógv at koma undan kavi, sum vit ikki vita um, sigur Kristin Vilhelmsen.

Fyri nøkrum árum síðan avgjørdi Kristin Vilhelmsen at taka seyðin av í sínum haga. Hann er forvitin eftir at vita, hvat hendir við einum haga uttan seyð, og hvussu tað ávirkar fuglalívið og planturnar.

Stóriryggur, sum er á Kalsoynni, er 516.000 fermetrar stórur, og har kundu gingið 35 áseyðir.

Kristin Vilhelmsen eigur hagapartin saman við synunum, einum beiggja og tveimum øðrum eigarum. Teir tóku avgerðina at taka seyðin av, tí tað er bæði tíðarkrevjandi og avbjóðandi at røkja hagan, tá ið teir búgva ikki í Kalsoynni.

-Eg havi onkuntíð sæð í sambandi við útskifting, at har hava verið onkrir puntar upp á einar 20 fermetrar, har ongin seyður er sloppin til. Og tað er ótrúligt, sum tað veksur nógv inni í hesum økjunum, greiðir Kristin frá.

Fyrsta stigið var at seta upp nýggj hegn, so seyðurin ikki kundi sleppa inn aftur í hagan. Stuðulin til verkætlanina kom frá Aage V. Jensens Fonde, sum veitir stuðul til náttúruendamál. Kristin søkti um stuðul við hjálp frá Jens Kjeld Jensen, og eftir eina tíð varð játtað.

Í 2019 var seyðurin tikin av, og síðani hava broytingarnar veruliga víst seg. Nú eru fleiri plantur og fuglar í haganum. Kristin er spentur at síggja, hvussu náttúran í haganum fer at mennast komandi árini.