Nýggj stýrið fyri Roðan hevur skipað seg við Tórbjørn Jacobsen sum formanni og Hans Anders Jacobsen sum næstformanni.
Roðin er samstarv á eldraøkinum millum Sjóvar, Nes- og Runavíkar kommunur.
Stýrið fylgir kommunala valskeiðnum, og nýggju limirnir eru:
- Fyri Sjóvar kommunu: Hans Anders Jacobsen, borgarstjóri, og Drós Ellingsgaard
- Fyri Nes kommunu: Súni í Hjøllum, borgarstjóri, og Elin á Torkilsheyggi
- Fyri Runavíkar kommunu: Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, Sigrun Jónsveinsdóttir, Jógvan Andersen, Arnfinn Langgaard og Johan Vest
Jóngerð Guttesen er dagligur leiðari fyri Roðan, sum heldur til á Ellisheiminum í Runavík, á Vesturskini á Toftum, í Sjóvarlon á Strondum og á dagtilhaldinum fyri minnisveik á Skála.