Umvælingin av einari vatnleiðing gjørdi at Tórshavnar kommuna í gjár mátti steingja innkoyringina frá Jóannes Paturssonar Gøtu til Torfinsgøtu. Út á fyrrapartin í dag var framvegis avstongt har, men tað nógva av arbeiðinum var liðugt. Fyrst mátti gravast fyri síðan at umvæla vatnleiðingina, og so mátti fyllast í aftur og asfalterast. Sambært arbeiðstoymið á staðnum verður latið upp aftur einaferð í dag.