Tað verður torført hjá landsstýrismálanevndini, tá ið hon á fundi týsdagin fer at viðgera málið um kæruna móti landsstýriskvinnuni við umhvørvismálum, Ingilín D. Strøm.
Sjálv hevur landsstýriskvinan saman við advokati latið nevndini eitt hoyringsskriv til fyribvils niðurstøðuna hjá nevndini og nú hevur Norðlýsið fingið eina útgreining frá Beintu Dam, landsgrannskoðara, har hon vísir á, hvar landsgrannskoðanin vísir á, at tað eru ábendingar um manglandi langtíð haldføri.
Landsgrannskoðanin vísir fyrst og fremst á, at húsleigan í leigumálum hjá Bústøðum byggir á 70 prosent av byggikostnaðinum. Tað vil siga, at leigan kann ikki fíggja allan byggikostnaðin.
Einasta sum sagt verður frá Bústøðum, er, at tað skal fíggjast v ið endurfígging eftir 30 árum.
Grannsakoðanin vísir eisini á, at rentan fyri lánini hjá Bústøðum heldur ikki er læst føst.