KÍ styrkir seg til komandi kappingarár í royndini at endurvinna føroyameistaraheitið, eftir at Víkingur vann tað í fjør.
KÍ hevur gjørt tvey ára sáttmála við tríggjar argentinar, ein verjuleikara, ein miðvallara og ein áleypara. Leikararnir, sum eru til reiðar at byrja venjing mánadagin 6. januar, eru Gaston Nicolas Telechea, 24 ár og miðverji, Martin Rodrigo Gonzalez, 21 ár og miðvallari og Tobias Fabian Guisti, 20 ár og áleypari. Við í ferðalagnum er eisini umboðmaðurin Walter Montillo, sum hevur spælt nakrar A-landsdystir.
Royndi danski venjarin Ove Christensen hevur verið brúktur sum eygleiðari og ráðgevi til verkætlanina. Hann hevur í heyst sæð nógvar fótbóltsdystir og venjingar í Buenos Aires, høvuðsstaðnum í Argentina, og hevur havt samrøður við leiðarar, venjarar og leikarar í bæði bestu og undirliggjandi deildum. Hann sigur seg vera sera hugtikin av argentinsku fótbóltsdygdini og kropsliga væl vandum leikarum við fínum teknikki og taktiskum skili.
Ove Christensen metir, at hesir tríggir ungu, ídnu og arbeiðssomu leikararnir fara at passa væl til hópin og felagið KÍ. Hann er vísur í, at tað fer at gangast væl at integrera argentinsku leikararnar í venjing og dagliga lívið, hóast teirra móðurmál er spanskt og teinurin úr Buenos Aires til Føroya er ein langur teinur.
Ove Christensen ynskir KÍ góða eydnu við hesi verkætlanini og vóni at hon fer at eydnast væl.


