Tríggir væntaðir sigrar hjá kvinnum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Tríggir dystur vóru í bestu kvinnudeildini í hondbólti í dag, og øll úrslitini vóru sum væntað.

SMS-kvinnur
VÍF-Neistin 30-21 (15-12)

Í høllini í Vestmanna vann VÍF greitt 30-21 móti Neistanum eftir hálvleiksstøðuna 15-12. Neistin fylgdi væl við til hálvan fyrra hálvleik, og so fór VÍF fram um, og nakað inn í seinna hálvleik fór VÍF ordiliga frá og vann dystin greitt.

Fyri VÍF skoraði Fríða Nolsøe Olsen 8 mál, og hjá Neistanum skoraði Anna S. Mikkelsen 5 ferðir.

Dómaraseðil á hsf.fo


SMS-kvinnur
Kyndil -EB 42-20 (22-11)

Kvinnurnar í Kyndil vóru ikki mjúkar við kvinnurnar í EB í høllini á Hálsi. 42-20 stóð á máltalvuni, tá ið dysturin var liðugur, eftir hálvleiksstøðuna 22-11.

Turið Arge Samuelsen helt fram at skjóta mál, hóast hon nú er givin á landsliðnum. Í dag skoraði hon 13 ferðir.

Fyri EB skoraði Silja Geirsdóttir Eystberg 6 mál fyri EB í sínum fyrsta dysti fyri felagið. Hon spældi í fjør við Kyndli, men skiftii summar til H71, áðrenn hon fór víðari til EB.

Dómaraseðil á hsf.fo


SMS-kvinnur
Stjørnan -H71 24-34 (10-18)

Í Klaksvík tók eina løtu hjá H71 at koma í gongd móti Stjørnuni. Men tá ið hálvur fyrri hálvleikur var spældur, fór H71 undan. Í hálvleikinum var 18-10 til H71 og dysturin var væl og virðiliga avgjørdur. H71 vann dystin 34-24.

Hjá Stjørnuni skoraði Durita Karlsdóttir Ljósstein 7 mál, og fyri H71 var Maria H. Weyhe toppskjútti hjá H71 við 12 málum.

Dómaraseðil á hsf.fo


Stigatalva í SMS-deildini

DystirVunnin málTapt málMunurStig
Kyndil1035820215620
H7193132338016
VÍF92881909816
Neistin10251255-49
StÍF8167210-436
EB10237332-953
VB9212309-972
Stjørnan9210305-952