Fýra tey fremstu liðini frá seinasta kappingarárið møtast í innanhýsis áttandapartsfinalum í steypakappingini um Løgmanssteypið. HB og KÍ møtast í Havn, meðan Víkingur og NSÍ skulu spæla í Runavík.
Tað gjørdist greitt, tá ið drigið varð leygarkvøldið um, hvussu spælast skal í fyrsta umfari. Teitur Matras Gestsson var gestur í sjónvarpsstovuni, tá lutakastið fór fram.
Í ár eru fimtan feløg við í kappingini, og EB/Streymur fór beinleiðis víðari til fjórðingsfinalurnar.
Dystirnir í fyrsta umfari verða hesir:
- FC Hoyvík – B71
- Skála – TB
- B68 – ÍF
- Víkingur – NSÍ
- AB – FC Suðuroy
- HB – KÍ
- 07 Vestur – B36
Dystirnir í fyrsta umfari verða spældir mánadagin 7. og mikudagin 9. apríl.
Drigið var eisini um, hvussu spælast skal í fjórðingsfinalunum, og lagaði lutakastið seg soleiðis:
- Víkingur ella NSÍ – Skála ella TB
- HB ella KÍ – 07 Vestur ella B36
- FC Hoyvík ella B71 – B68 ella ÍF
- EB/Streymur – AB ella FC Suðuroy
Dystirnir verða spældar mánadagin 21. apríl.
Hálvfinalurnar verða spældar 20. og 21. mai, og 18. og 19. juni. Finalan um Løgmanssteypið verður á Tórsvølli fríggjadagin 31. oktober.