Tvøroyrar, Hovs og Fámjins kommunur hava tikið avgerð um at leingja verandi samstarv innan barnaansing, boðar Tvøroyrar kommuna frá. Somuleiðis skal kommunan “kanna møguleikarnar” fyri at útbyggja dagstovnin Mýrifípan.
Tvøroyrar býráð samtykti einmælt tann 26. september “at longja samstarvið á barnaansingarøkinum við grannakommunurnar Hov og Fámjin,” upplýsti Tvøroyar kommuna.
“Samstundis heitti býráðið á borgarstjóran, Kristin Michelsen, um at kanna møguleikarnar fyri at byggja barnagarðin Mýrifípan út,” varð víðari boðað frá.
Kristin Michelsen sigur seg fegnast um at samstarvið er longt. “Samstarvið millum kommunurnar hevur altíð verið gott, og tað gleðir meg at vit eru komin ásamt um at longja samstarvið,” varð hann endurgivin fyri at viðmerkja.
Eisini vitjaðu Jóanis Lisberg, borgarstjóri í Fámjin, Delmar Tausen, borgarstjóri í Hovi, og Heidi Hammer, skrivari hjá Hovs kommunu, Mýrifípuna í Trongisvági, har Kari Joensen, leiðari á barnaansingarøkinum í Tvøroyrar kommunu, vísti teimum runt og greiddi frá virkseminum.
Umleið 160 børn hoyra til barnaansingarøkið í Tvøroyrar kommunu og gott 100 teirra halda til á Mýrufípuni.
Delmar Tausen sigur at samband hevur verið millum kommunurnar alla tíðina, síðan tíðindini bórust um at børnini í Hovs- og Fámjins kommunum vórðu uppsøgd frá 1. oktober 2024. Hann sigur at hann setti seg í samband við foreldrini í Hovi, ið vórðu ávirkað av hesum, og bað tey bíða við at taka nakra stóra avgerð alt fyri eitt.
“Heldur varð roynt at finna eina loysn, so børnini kundu halda fram í barnagarðinum í Trongisvági,” greiddi Tvøroyrar kommuna frá.
“Børnini eru fallin til, hava fingið vinir og trívast sera væl í Mýrifípuni,” segði Delmar Tausen, sum eisini er “sera glaður fyri at ein avtala er fingin í lag um at leingja samstarvið.”
Seks børn úr Hovi hava sína dagligu gongd í Mýrifípuni.
Borgarstjórin í Fámjin, Jóanis Lisberg, segði at “tað hevði sera stóran týdning at fáa hesa avtaluna upp í lag.” Hann legði afturat: “Fámjins kommuna hevur við hesum tryggjað barnagarðspláss og ansing av børnunum í kommununi og eg haldi vit hava fingið eina góða loysn. Hetta tryggjar framtíðina hjá børnum okkara.”
Sáttmálin millum kommununar er galdandi í trý ár; síðan er ein eitt ára uppsagnartíð, skilst.