U19 flogbóltsgentur taptu 3-0 fyri Noreg 

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Í stóru NEVZA U19 flogbóltskappingini, sum er í høllini á Hálsi um vikuskiftið, taptu føroysku genturnar fyrsta landsdystin móti Noreg 3-0. 

Hóast greiða ósigurin, so vóru Føroyar væl við í fyrsta og seinast setti, har okkara gentur hingu í upp til ávikavíst støðurnar  13-14 og 15-16, áðrenn tað skrædnaði seinastu løtuna.  

Settúrslitini gjørdust 14-25, 19-25 og 18-25. 

Seinnapartin kl. 15.00 spæla føroysku U19-genturnar móti Danmark. 

U19-dreingirnir spæla í løtuni móti Svøríki, og kl. 19 í kvøld spæla teir móti Onglandi. 

Fylgið U19-kappingin hjá gentum her 
Fylgið U19-kappingini hjá dreingjum her 

Føroyar, Ísland, Noreg, Danmark, Svøríki og Ongland eru við í kappingunum hjá bæði gentum og dreingjum.

Seinni í vikuskiftinum verða fjórðingsfinala, hálvfinala, finala og plaseringsdystir spæld.