U19 til Ungarn – U17 til Malta og Kosovo

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Fyrrapartin hósdagin var lutakast um, hvussu spælast skal í komandi EM-undankappingum fyri U17- og U19-landsliðini við dreingjum í fótbólti.

U19 dreingir

Føroyar komu í bólk 2 saman við Fraklandi, Ungarn og Bulgaria. Kappingin verður í Ungarn í døgunum 12.- til 18. novembur 2025.

U17 dreingir

Kappingin verður skipað í tvær deildir, deild A, árgangur 2008 og deild B, árgangur 2009.

2008 árgangur
Føroyar eru í bólki 5 saman við Luksemborg, Bulgaria og Malta. Kappingin verður á Malta frá 8.- til 17. apríl.

UEFA hevur broytt kappingarleistin, og úrslitið av hesari kappingini avger, hvørji deild U19 dreingirnir skulu spæla í um hálvtannað ár. Vinna Føroyar bólkin ella verða nummar tvey, flytur U19-liðið upp í deild A í 1. umfari í EM-undankappingini fyri U19-dreingir, sum verður í mars-apríl í 2026.

2009 árgangur
Føroyar eru í bólki 6 saman við Eysturríki, Írlandi og Kosovo. Kappingin verður í Kosovo frá 8. til 14. oktober.

Verða Føroyar nummar 1 ella 2 í bólkinum, verða teir í deild A í umfari 2 fyri U17-landslið við dreingjum, sum verður í mars-apríl í 2026.