, ,

Undrið í Bern

Skrivað

Jóan Pauli Jacobsen

Dagfesting

Tann 4. juli 1954 vann Vesturtýskland fyrsta HM-steypið, tá tað vann 3-2 á Ungarn. Týski sigurin gjørdi kál á 31 ósigraðum ungarskum landsdystum, sum byrjaði við einum 5-2 sigri á Póllandi í einum venjingardysti tann 4. juni 1950, og hevndi 3-8 tapið fyri ungarum í bólkaspælinum. Týsku fjølmiðlarnir kallaðu skakandi afturkomuna fyri “Undrið í Bern.”

Dysturin varð spældur í oysandi regni framman fyri 64.000 áskoðarum á Wankdorf Stadium í Bern, Sveits, og ungarar sóu út til at økja um hetta hugtakandi, ósigraða dystartalið við at leggja seg á odda 2-0 ímóti Vesturtýsklandi fyrstu átta minuttirnar av finaluni. Áleyparin og liðskiparin, Ferenc Puskás, legði Ungarn á odda 1-0 í 6. minutti og tveir minuttir seinni økti medáleyparin, Zóltan Czibor, um leiðsluna.

Vesturtýskararnir svaraðu kortini aftur beinanvegin. Í 10. minutti sendi fyrst áleyparin Max Morlock bóltin fram við ungarska málmanninum og síðani javnaði áleyparin Helmut Rahn í 18. minutti. Fýra mál raplaðu inn upp á 12 minuttir, men so kom stígur í og tað var framvegis javnleikur, tá liðini fóru í hálvleikssteðg og størsta partin av seinna hálvleiki.

Í gjár gjørdu Føroyar, Bretland og Noreg semju um makrelfiskiskapin í ár.

Men seks minuttir fyri leiklok skoraði Rahn aftur og legði fyri fyrstu ferð Týskland á odda við einum brandskoti í 84. minutti. Puskás sendi bóltin í málið í 89. minutti, men dómarin kolldømdi málið fyri rangstøðu.

Síðani hevur (Vestur-)Týskland vunnið bæði HM (1974, 1990 og 2014) og EM (1972, 1980 og 1996) tríggjar ferðir.