Ukrainin Oleksandr Usyk vann aftur á eingilsmanninum Tyson Fury og endurvann heimsmeistaraheitið í tungvektsboksing. Dysturin var boksaður í Saudi Arabia, og allir tríggir dómararnir dømdu Oleksandr Usyk at vinna við stigatalinum 116-112 . Við hesum sigri prógvaði Oleksandr Usyk enn einaferð, at hann er ein av teimum størstu í síni tíð.
Tyson Fury byrjaði dystin væl og hevði nøkur eyðkend sløg, men allir dómararnir mettu Oleksandr Usyk vera stinnari .
Tyson Fury var vónsvikin eftir dystin og segði, at hann helt seg hava vunnið við minst trimum umførum. Oleksandr Usyk hevur nú vunnið 23 sigrar sum yrkisboksari og hevur ongantíð tapt.
Beint eftir dystin kravdi IBF heimsmeistarin Daniel Dubois ein dyst móti Oleksandr Usyk.
Meðan Oleksandr Usyk hevur fleiri møguleikar í framtíðini, má Tyson Fury má nú umhugsa, hvussu hansara yrkisleið sum boksari skal halda fram eftir hesi annan ósigurin. Fyriskiparin hjá Tyson Fury, Frank Warren, segði eftir ósigurin, at framtíðin hjá Tyson Fury er enn óviss.