Útselt til steypafinalurnar hjá teimum vaksnu

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Hondbóltssambandið boðar frá, at stórur áhugið er fyri Faxe Kondi steypafinalunum í kvøld. Tað er um at vera útselt til dystirnar, og tí verður ongin søla við dyrnar í kvøld. Nøkur fá hundrað atgongumerki eru tó frammvegis tøk.

FM1 sendir beinleiðis frá høllini við Tjarnir frá klokkan 15.30

Frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal og viðmerkjarin, Teitur Joensen fara við upptakt, greiningum og beinleiðis frásøgn at siga frá steypafinalunum í Faxe Kondi kappingini.

Klokkan 17 spæla kvinnurnar hjá Neistanum og Kyndli, og klokkan 19.30 spæla mennirnir hjá VÍF og H71.

Dystarendar, samanumtøkur og samrøður koma út á fm1.fo.