,

Vágamenn nærkast havnarmonnum í bestu talvdeildini

Skrivað

Talvsamband Føroya

Dagfesting

Sandavágsmenn nærkast nú havnarmonnum í landskappingini í talvi. Munurin millum oddaliðini styttist við einum stigi í dag. 

Vágamenn gjørdu bart í sjeynda umfari og vunnu 4-0 á B-liðnum hjá Havnini. Sama hál gjørdu klaksvíkingar móti kollfirðingum. FM-manningin hjá Havnar Telvingarfelag vann 3-1 á Klaksvík B. 

Leiðslan er tí svunnin niður í hálvtannað stig. Spenningurin er uppaftur kyknaður.

1. deild (7. umfar)

Havnin – Klaksvík B. 3 – 1

  • Helgi Dam Ziska – Haldur S. Johansen ½ – ½
  • Luitjen Akselsson Apol – Ingolf Gaard 1 – 0
  • Carl Eli Samuelsen – Tummas M.Sólsker ½ – ½
  • Herluf Hansen – Rógvi H. Olsen 1 – 0

Tað eydnaðist Halduri at fáa remis móti stórmeistaranum í spennandi talvi á 1 borði. Ratingmunurin er gott og væl 500 stig. Tað er ei heldur á hvørjum degi, at aðrir enn Egilstoft-brøðurnir fáa remis móti stórmeistaranum. Helgi og Haldur høvdu eisini eitt spennandi talv sínamillum í fjør, men tá vann Helgi. Havnarmenn vunnu við hvíta fólkinum og telvaðu remis við svarta fólkinum. Tað plagdu at vera hyggjuráðini til liðdystir.

Havnin B. – Sandavágur 0 – 4

  • Elias Petersen – Høgni Egilstoft Nielsen 0 – 1
  • Suni Merkistein – Silas Eyðsteinsson 0 – 1
  • Jóannes Guttesen – Jón í Horni Nielsen 0 – 1
  • Óli Joensen – Torkil Nielsen 0 – 1

Her var eingin náði. Hóast telvað var í nógvar tímar á øllum fýra borðum, vóru vágamenn við yvirlutan, tá avtornaði. Havnar Telvingarfelag stendur sum er til at flyta niður við sínum B-liði, men við einum góðum spurti kunnu teir kanska fáa kollfirðingar aftur. 

Klaksvík – Kollafjørður 4 – 0

  • Ólavur Simonsen – Árant Djurhuus 1 – 0
  • Rani Baldursson – Rógvi Mørkøre 1 – 0
  • Heðin Gregersen – Karl M. Dahl 1 – 0
  • Finnbjørn Vang – Markus Jacobsen 1 – 0

Munurin á toppi og botni kom eisini til sjóndar í hesum dysti. Klaksvíkingar eru so smátt farnir at nærkast oddaliðunum báðum, og hava ein lykladyst móti Sandavági næstu ferð.

Støðan í 1. deild

Havnin 22½ stig
Sandavágur 21
Klaksvík 18
Klaksvík B  9
Kollafjørður 7½
Havnin B  6


Toppdystur í 2. deild

Oddaliðini í 2. deild brustu saman í Klaksvík. Vágamenn vunnu og styrktu sostatt um oddastøðu sína. Jónfinn Thomsen var matchvinnari á fjórða borði. Á hinum borðunum var remis. 

Bernhard Augustinussen, Jón Atlason, Ingi Wiberg og Jónfinn Thomsen er manningin hjá Sandavágs Talvfelag, ið tykist hava beina kós upp aftur í 1. deild.

Toftamenn fara neyvan at røkka vágamonnum. Toftir vunnu í Havn í dag. Fyrrverandi føroyameistarnir Bogi Ziska og Jens Chr. Hansen vunnu báðir á toftaliðnum.

2. deild (7 umfar)

  • Klaksvík – Sandavágur 1½ – 2½
  • Kongshavn – Havnin B. 2½ – 1½
  • Havnin A. – Toftir 1½ – 2½

Støðan í 2. deild

Sandavágur 17½ stig
Klaksvík 15½
Havnin B. 15
Toftir 14
Kongshavn 11
Havnin A. 11

Hinar deildirnar

Sundalagsmenn eru framvegis á odda í 3. deild, men gøtumenn, sum fingu góðan sigur í dag, eru í hølunum á teimum. Og vestmenningar kunnu við stórsigri í útsetta dystinum í dag leggja seg upp á síðuna á oddaliðnum.

Í 4. deild er líkt til, at klaksvíkingar eru stinnastir. Endurstovnaða felagið á Strondum heldur tørn, verri stendur til við royndini við einum talvfelag í Suðuroynni, tí nú er tað rárasta hending, at suðuroyingar eru fullmannaðir til dystirnar.

3. deild (7 umfar)

Rókur – Havnin 2½ – 1½
Gøta – Sandavágur 3 – 1
Vestmanna – Kollafjørður (útsettur)

Støðan í 3. deild

Rókur 18 stig
Gøta 17½
Vestmanna 14
Kollafjørður 12½
Sandavágur 10½
Havnin 7½

4. deild (6 umfar)

Sandavágur B. – Klaksvík 2½ – 1½
Rókur – Suðuroy 3 – 1
Sandavágur A. – Strendur B. 3 – 1
Gøta – Strendur B 0 – 4
Toftir – Havnin 1½ – 2½

Støðan í 4. deild

Klaksvík 19 stig
Sandavágur B. 15½
Strendur 15
Sandavágur A. 13½
Rókur 13
Suðuroy 11
Gøta 11
Havnin 8
Strendur B. 7
Toftir 7


Nú er steðgur í landskappingini í tvær vikur. Dystirnir í áttanda umfari verða 23 februar. Í 1. deild verður tá telvað soleiðis:

1. deild (8 umfar 23 februar)

Kollafjørður – Havnin 
Sandavágur – Klaksvík
Klaksvík B. – Havnin B.


Myndin: Vágamenn spenna seg út í Finsen. Høgni Egilstoft Nielsen fremst í myndini. Innanfyri síggjast Silas Eyðsteinsson og Jón í Horni Nielsen eygleiða gongdina.