,

Vejle og Gilli skiljast

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Hann skuldi geva bakkunum hjá Vejle meira kapping, tá hann kom til Vejle í summar, og tað bleiv eisini til sjey dystir fyri felagið, men nú eru partarnir vorðnir samdir um, at sáttmálin millum Gilla Rólantsson og Vejle Boldklub verður ógildaður frá dags dato.

Ítróttarstjórin í Vejle Boldklub, Marius Adrian Nicolae, greiðir frá fyri heimasíðuni hjá Vejle, at partarnir eru samdir um at ógilda sáttmálan vegna forstáilsi fyri ynskinum hjá 31 ára gamla Gilla at sleppa úr felagnum vegna vantandi spælitíð.

– Tað hevur ikki heilt gingið, sum bæði eg og Gilli høvdu vónað, tá vit gjørdu sáttmála. Av somu orsøk, og við tanka um flytingarvindeygað í januar, so er tað best fyri báðar partar, at vit steðga samarbeiðinum nú, sigur ítróttarstjórin í Vejle.

Samstundis rósar ítróttarstjórin Gilla fyri at vera ein fyrimyndarligur persónur – bæði á og uttanfyri vøllin, og felagið ynskir Gilla góða eydnu í framtíðini.

Gilli Rólantsson hevur áður umboðað TB, B36, Odds BK og SK Brann í Norra, umframt AaB í Danmark.