Verandi steypavinnari, Manchester United, er úti úr ensku steypakappingini FA-Cup. Teir taptu móti Fulham eftir brotssparkskapping.
Calvin Bassey legði Fulham á odda við einum skallaraø eftir hornaspark. Bruno Fernandes javnaði fyri United við frálíkum skoti eftir jørð.
Í brotssparkskappingini skoraðu Fernandes, Dalot og Casemiro fyri United. Men Leno bjargaði brotsspørkunum frá Victor Lindelof og Joshua Zirkzee. Fulham skoraði øll síni brotsspørk og vann 4-3.
Tað gongur einki serliga hjá enska stórfelagnum Manchester United, og hetta er enn ein smeitur fyri venjaran Ruben Amorim. Við einum 14. plássi í Premier League er Europa League nú teirra einasta vón hetta kappingarárið. Har møta teir Real Sociedad í áttandapartsfinaluni.
Úrslit í 5. umfari í FA-Cup
Fríggjadagin 28. februar 2025
- Aston Villa – Cardiff City 2-0
Leygardagin 1. mars 2025
- Preston North End – Burnley 3-0
- Crystal Palace – Millwall 3-1
- AFC Bournemouth – Wolverhampton Wanderers 1-1 (brotsspørk 5-4)
- Manchester City – Plymouth Argyle 3-1
Sunnudagin 2. mars 2025
- Newcastle United – Brighton & Hove Albion 1-2
- Manchester United – Fulham 1-1 (brotsspørk 3-4)
Mánadagin 3. mars 2025
- Kl. 19.30 Nottingham Forest – Ipswich Town
Fjórðingsfinalur
Leygardagin 29. mars 2025
- Preston North End – Aston Villa
- Fulham – Crystal Palace
- AFC Bournemouth – Manchester City
- Brighton & Hove Albion – Nottingham Forest/Ipswich Town