Svenska kvinnulandsliðið í hondbólti tapti í kvøld óvæntað móti Rumenia í millumbólki 1 í EM í kvinnuhondbólti.
Svøríki hevði eina sera vánaliga løtu í fyrra hálvleiki og var aftanfyri 12-8 í hálvleikinum.
Tað eydnaðist Svøríki at stríða seg inn í dystin aftur, og tær javnaðu til 22-22, tá ið fimm minuttir vóru eftir. Men seinastu minuttirnar avgjørdi Rumenia dystin og vann óvæntað 25-23.
Úrslitini í millumbólki 1
Svøríki – Rumenia 23 – 25
Frakland – Montenegro 31 – 23
Ungarn – Pólland 31 – 21
Úrslitini hava við sær, at Svøríki hevur 2 stig fyri 3 dystir, og tað ger, at tað verður sera torført hjá Svøríki at koma í hálvfinalurnar.
Frakland og Ungarn hava fult stigatal 6 stig fyri 2 dystir, og nógv skal til, um tey ikki koma í hálvfinalurnar.
Stigatalva millumbólkur 1
D | V | J | T | Mál | Stig | |
1. Frakland | 3 | 3 | 0 | 0 | 96 – 70 | 6 |
2. Ungarn | 3 | 3 | 0 | 0 | 89 – 66 | 6 |
3. Svøríki | 3 | 1 | 0 | 2 | 81 – 82 | 2 |
4. Rumenia | 3 | 1 | 0 | 2 | 75 – 80 | 2 |
5. Montenegro | 3 | 1 | 0 | 2 | 70 – 82 | 2 |
6. Pólland | 3 | 0 | 0 | 3 | 68 – 99 | 0 |