Verjuleikari úr Senegal til NSÍ

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

NSÍ hevur gjørt sáttmála við Hassou Diaby Ndiaye úr Senegal.

23 ára gamli senegalesin, sum hevur sín uppvøkstur í Spania, kom til Runavíkar í januar mánaða at royna seg. Hettar hevur hann gjørt so mikið væl, at sáttmálið er skrivaður fyri 2025.

Hassou Diaby Ndiaye er komin beinleiðis úr Logrono landslutinum í Spania, har hann hevur spælt við SD Ejea.

195 cm høgi Diaby skal við sínari styrki, skjótleika og góða skili fyri spælinum styrkja um verjupartin hjá NSÍ. Hann hevur eisini førleikar at bæði spæla á bakkinum og verjukenda miðvøllinum.