Verjuskipið Ejnar Mikkelsen hevur aftur trupulleikar við motorinum.
Tað skrivar KNR.
Síðan 22. juni hevur skipið ligið við bryggju í havnini í Nuuk vegna trupulleikar við einum høvuðsmotori og við gearinum.
Tað upplýsir varaleiðarin fyri Arktisku Kommando, Poul Primdahl, fyri grønlendska kringvarpinum.
– Tann 20. juni misti skipið (Ejnar Mikkelsen, jour.) framdriftina á einum høvuðsmotori, og tí varð siglt aftur til Nuuk, sigur hann og leggur afturat, at av tí at skipið er útgjørt við tveimum motorum, so kundi skipið sjálvt sigla aftur til Nuuk.
– Fólk eru farin undir at umvæla motorin, men tey bíða framvegis eftir einum eykaluti, upplýsir varaleiðarin.
Talan er ikki um sama trupulleika, sum tá seinast verjuskipið lá við bryggju í Nuuk, leggur hann dent á.
Fyrr í ár – frá 1. februar til 20. mars – lógu bæði Lauge Koch og Ejnar Mikkelsen í havnini í Nuuk.
Tá kundu krígsskipini ikki sigla, tí bæði skipini høvdu trupulleikar við hjálpimotorunum.
Tí varð sent boð eftirlitsskipið Hvidbjørnen, ið tá var í Føroyum, at koma til Grønlands at hjálpa til í tíðarskeiðnum.
Tað verður ein løta enn
Nær skipið sleppur at sigla aftur er torført at siga, metir vaktleiðarin, Poul Primdahl.
– Eftir ætlan skulu eykalutirnir, sum vit mangla, koma við flogfari í endanum av komandi viku, og so tekur tað altíð eitt sindur av tíð at fáa skift tað út, sum skal skiftast, so tað verður ein løta enn, sigur hann.
Hitt verjuskipið Lauge Koch er framvegis virkið.
– Vit eru før fyri at loysa tær uppgávur, sum vit hava. Men sjálvandi vil eg heldur hava tvey skip í staðin fyri eitt. Vit missa nakað av fleksibiliteti, nú Ejnar Mikkelsen er við kai, sigur hann.
Eftirspurningur eftir betri skipum
Ejnar Mikkelsen hevur so við og við farið avstað við nøkrum yvirskriftum seinastu árini – og ofta fyri tað keðiliga.
Í januar í ár avdúkaði DR, at Ejnar Mikkelsen og Knud Rasmussen ikki hava havt kanónir, sum rigga at skjóta við, í 15 ár, tí ein avgerandi vápnaskipan ongantíð er sett umborð á skipunum. Kanónirnar hava bara megnað at skjóta ávaringarskot upp í luftina.
Danski verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen, hevur, sambært KNR, lovað at hyggja eftir íløgum, tá tað kemur til Arktiska kapasitetspakkan.