VÍF avgjørdi seinastu minuttirnar

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

VÍF – StÍF 35-31 (15-17)
Menninir hjá VÍF og StÍF fylgdust fyri tað mesta, tá ið liðini møttust í Vestmanna í dag. Leingi var gongdin tann í fyrra hálvleiki, at StÍF fór fram um við einum máli, og so javnaði VÍF.

Tá ið nýggju minuttir vóru eftir at spæla av fyrra hálvleiki fór VÍF fram um 12-11. Men so skoraði StÍF seks mál á rað. Vestmenningar vóru ógvuliga lítið hugsavnaðir hesa løtuna, skutu vánaligt, og mistu fleiri bóltar. StÍF revsaði teir hart. millum annað við fleiri skjótálopum, og eftir fimm minuttir var støðan 12-17 til StÍF.

Tað eyndaðist tó VÍF at minka munin nakað fyri steðgin, og støðan var 15-17, tá ið liðini fóru í skiftirúmið.

Í seinna hálvleiki vóru liðini aftur fyri tað mest jøvn, men móti endanum av dystinum fór VÍF fram um og vann dystin 35-31.

Fyri VÍF skoraði Filip Jojic 8 mál, og fyri StÍF gjørdi Pauli Rasmussen somuleiðis 8 mál.


Deild: Burn menn
VÍF – StÍF 35 – 31 (15 – 17)

VÍF:

  • Filip Jojic 8
  • Dánjal Ragnarsson 6
  • Djóni Bárðarson Nielsen 5
  • Sjúrður Olsen 4
  • Óla Jákup Gaard Olsen 4
  • Tróndur Johnson 2
  • Fríði Holm í Innistovu 2
  • Magnus Müller 2
  • Brandur Martinsson Hansen 1
  • Andrias Eriksen 1
  • Bjarni Gunnarsson Jacobsen
  • Eyðbjørn Heini Danielsen
  • Jákup Andreas Funn Joensen
  • Mladen Mjerimacka
  • Mattias B Joensen

Útvísingar:

  • Andrias Eriksen : 2
  • Eyðbjørn Heini Danielsen : 1
  • Magnus Müller : 1

StÍF:

  • Pauli Rasmussen 8
  • Trúgvi Hávardsson 5
  • Christian Bonde 4
  • Steinar A. Prestá 4
  • Martin Toftanes Danielsen 3
  • Sofus í Selvindi Nattestad 2
  • Jóannes A. Prestá 2
  • Djóni J. Petersen 2
  • Torkil S. D. Dahl 1
  • Heri Joensen
  • Pætur Johansen
  • Dánjal Danielsen
  • Markus Egeberg Jacobsen
  • Rasmus Laigaard Østergaard
  • Oddur T. Heinesen
  • Andri K Hansen

Útvísingar:

  • Steinar A. Prestá : 1
  • Jóannes A. Prestá : 1
  • Christian Bonde : 1
  • Djóni J. Petersen : 1

Dómarar: Hannis P. Wardum og Thomas Juul S. Thomsen

Stigatalva í Burndeildini

DystirVunnin málTapt málMunurStig
Kyndil154444083623
VÍF154824226018
StÍF154614372418
H71144273903717
KÍF15389388115
Neistin16408422-1414
Team Klaksvík16407551-1441