Faxe Kondi steypakappingin menn
VÍF – Neistin 35-25 (21-9)
VÍF rann Neistan um koll í Faxe Kondi-dystinum í høllini í Vestmanna. Neistin hevði trupult við at koma í gjøgnum verjuna hjá VÍF, og Mladen Mjerimacka hevði ofta lætt við at bjarga hart kroystu skotunum hjá Neistanum.
Hjá VÍF gekk hinvegin við fullari ferð, og serliga Sjúrður Olsen og Dánjal Ragnarsson revsaðu Neistan hart. 12-3 stóð á máltavluni, tá ið eitt korter var spælt.
Gongdin helt fram, tó at Neistin steðgaði bløðingini nakað. Í hálvleikinum var 21-9 til VÍF. Í seinna hálvleiki helt munurin sær á umleið 10 málum, og úrslitið gjørdist 35-25 til VÍF.
Sjúrður Olsen skoraði 9 mál fyri VÍF og Dánjal Ragnarsson 8. Fyri Neistan skoraði Lýðar í Dímun 7 ferðir og Hóri Reginsson 6 ferðir.
Strandingar avgjørdu í seinna hálvleiki
StÍF-Team Klaksvík 31-21 (12-10)
StÍF vann eisini greitt móti Team Klaksvík. Klaksvíkingar hingu í fram til hálvleiks, og støðan var 12-10 í steðginum.
Í seinna hálvleiki fór StÍF stútt og støðugt frá, og at enda vann StÍF 31-21. Hjá strandingum skoraði Trúgvi Hávardsson 8 mál, og hjá Team Klaksvík var Nikolay Bliznov toppskjútti við 7 málum.
Gomlu menninir hjá H71 2 orkaðu ikki at fylgja KÍF
KÍF – H71 2 28-21 (12-11)
Í Kollafirði tók KÍF móti H71 2, sum í stóran mun var mannað við fyrrverandi leikarum á besta liðnum hjá H71. Esbern Patursson, Hallur Biskopstø og Dánjal Tórgarð gjørdu sítt fyri at dystast við KÍF, og í hálvleikinum var KÍF bara frammanfyri við einum máli 12-11.
H71 2 fylgdi við eina løtu afturat, men tá ið Esbern Patursson fekk sína triðju útvísing og harvið reytt kort, fór at dragna, og KÍF kom avgerandi fram um. Endin varð, at KÍF vann 28-21.
Hans Eli Sigurbjørnsson skoraði 9 mál og Mikkel Vinther 8 fyri KÍF. Dánjal Tórgarð og Hallur Biskopstø gjørdu ávikavíst 6 og 5 fyri H71 2.
Bólkur 1

Bólkur 2
