, ,

Tingmaður spyr um rætt­indi og pengar í sjóvar­fals verk­ætlan

Skrivað

Búi Tyril

Dagfesting

Tingmaðurin Steffan Klein Poulsen (Miðfl.) hevur í løg­ting­inum spurt lands­stýris­kvinnuna í um­hvørvis­málum Ingilín D. Strøm um viðurskifti kring rættindi og pening í sambandi við sjóv­arfals­orku verk­ætlanina hjá Minesto og SEV.

Løgtingsmaðurin vildi vita hvør ið hevur ræðis­rættin á data frá verk­ætlanini og um hvørji møgulig gjøld verða tikin frá tí svensku fyritøkuni fyri at brúka føroyskt sjóøki.

“Hvør eigur og tískil umsitur vitanina (hagtøl, data v.m.) sum koma til høldar frá verkætlanini sum SEV og Minesto varða av?” spurdi Steffan Klein Poulsen.

“Rindar Minesto tilfeingisgjald ella líknandi gjald fyri atgongd til føroyska tilfeingið?” spurdi hann víðari.

“Fær SEV lut í einum møguligum fíggjarligum yvirskoti um so er at verkætlanin gerst vinnulig?” ljóðaði hansara triði spurningur til umhvørvis­mála­ráð­harran.

“Hvussu langa tíð fevnir royndartíðin millum SEV og Minesto um?” spurdi hann víðari.

“Kunnu aðrar sjóvarfalsverkætlanir, útlendskar ella føroyskar, roynast í Føroyum í tíðarskeiðum Minesto er virkið í Føroyum?” spurdi ting­maðurin somu­leiðis.

Hann hevði síðan ein sætta spurning um evnið: “Hvussu leingi hevur SEV bundið seg til at keypa streym frá Minesto og til hvønn prís?”