,

Vilja hava brenni­støð­ir und­ir fel­ags hatt

Skrivað

Búi Tyril

Dagfesting

Føroya Arbeiðsgevarafelag sigur at tey kommunalu feløgini fyri burturkast, IRF og KB, eiga at verða savnað í eina felags skipan, hetta fyri at framtíðartryggja ruskøkið sum best, við betri og effektivari tænastu til vinnu og borgarar.

Tørvurin á framkomnari og effektivari skipan fyri burturkast er stórur í vinnuni, vísti Arbeiðsgevarafelagið á í einum tíðindaskrivi.

“Samstundis hava vit seinastu áratíggjuni framt risaíløgur fyri at binda landið saman við vegum og tunlum sum gera tað lættari at flyta seg,” segði felagið víðari.

“Heldur enn at uppbyggja tvær parallelar burturkastskipanir í hesum lítla landi, eiga tær at verða savnaðar í einari felags skipan við støði í tørvinum her heima. Soleiðis gagnnýta vit eisini tær íløgur sum eru gjørdar fyri at binda landið saman.”

“Hvørki vinnan ella borgarin fær eina betri ella bíligari tænastu av at IRF og KB hava dupultfunktiónir við hvør síni fyrisiting, hvør síni bókingarskipan og so framvegis,” legði Arbeiðsgevarafelagið afturat. “Tað merkir tó ikki neyðturviliga at vit ikki skulu varðveita tvær brennistøðir í landinum, um tað annars er besta loysnin.”

Stórar íløgur
Stórar broytingar liggja fyri framman, nú vit flyta okkum frá einum brúka-og-tveita-burtur búskapi til ringbúskap har tilfar, í størsta mun, verður hildið í ringrás, staðfesti Føroya Arbeiðsgevarafelag. Viðgerð av burturkasti í Føroyum hevur tey seinastu 40 árini verið miðsavnað kring tær báðar brennistøðirnar, “men við skiftinum til ringbúskap er neyðugt at raðfesta aðrar framkomnar loysnir,” segði Arbeiðsgevarafelagið.

“Hetta fer at krevja at vit gera stórar íløgur í skipanir sum geva fleiri møguleikar til endurvinning, innsavning og hagtøl. Besta loysnin fyri okkum í Føroyum er at hesar íløgur verða gjørdar í einari felags skipan. Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur at IRF og KB eiga at vera løgd í eitt felags burturkastfelag, soleiðis at virksemið kann rekast so skynsamt og effektivt sum møguligt. Verður hetta ikki gjørt, er vandi fyri at íløgurnar skapa óneyðuga høgar burturkastprísir fyri bæði vinnu og borgarar.”

“Somuleiðis er umráðandi at nevndin í felagnum verður mannað við professionellum fólki við teimum røttu førleikunum,” legði Arbeiðsgevarafelagið afturat.